Danska veðurstovan sigur frá kava og vindi í dag og í morgin, og í fyrsta umfari hevur veðurstovan sent út ávaring fyri allan tann syðra partin av landinum.
Vindurin ger, at veðurstovan roknar við jarðroki, og at tað fer at darva ferðsluna. Hetta hevur fingið løgregluna á Fyn at biðja herin um hjálp, og nú skulu brynjaðir hermannavognar og serbygdir lastbilar hjá herinum tryggja, at sjúkrabilar og sløkkiliðsbilar kunnu koma veg fram á Fyn í kavanum.
Tað hevur verið rættiliga kalt í Danmark ta seinastu tíðina, og tað eru 12 ár, síðani kuldin lá so leingi í mars mánað.