Hóast bert átta mánaðir eru farnir av árinum, bendir alt á, at árið í ár verður metár hjá danska handilsflotanum.
Inntøkurnar hjá handilsflotanum settu met í 2001, men reiðarafelagið væntar, at inntøkan í ár fer upp um 100 milliardir krónur, og tað er nýtt met. Metingin er grundað á hálvársroknskapirnar, sum reiðaríini júst hava kunngjørt. Í vinnuni verður sagt, at hetta úrslitið vísir, at danski handilsflotin klárar seg best í altjóða krepputíðum, og at tað er eitt gott tekin.
Samstundis vísa upplýsingar, at danski handilsflotin hevur ongantíð verið so stórur sum nú, og at flotin hevur tann yngsta meðalaldurin í heiminum. Í meðal eru donsku handilsskipini 6,6 ára gomul. Hetta verður ivaleyst eisini myndin frameftir, tí donsku reiðaríini hava bílagt ikki færri enn 75 nýbygningar fyri næstan 20 milliardir krónur, skrivar Jyllandsposturin.