Fyri fyrstu ferð nakrantíð er ein danskur forsætismálaráðharri komin til Føroya at vitja ein fjølmiðil. Í kvøld klokkan átta verður Lars Løkke Rasmussen saman við føroysku konu síni Sólrun, gestur í beinleiðis sending hjá Rás2
Politiska landslagið í Danmark hevur verið rúkandi heitt seinastu tíðina, og í miðdeplinum er forsætisráðharrin Lars Løkke Rasmussen. Hann umskipaði í mikudagin stjórnina og skal nú royna at sannføra danir um, at hann er rætti politiski leiðarin hjá teimum.
Lars Løkke Rasmusen hevur verið fyri nógvum atfinningum seinastu vikurnar ? eisini orsakað av privatum viðurskiftum. Løkke og familja hansara vóru í vetrarferiu sunnanfyri, og tað gjørdi eitt stórt mál í donskum miðlum. Spurningurin var, um forsætisráðharrin kundi fara suðureftir uttan fyri feriutíð hjá øllum øðrum dønum.
Føroyska kona hansara, Sólrun Jákupsdóttir Rasmussen, var eisini drigin upp í málið, og hon fór í danskt sjónvarp at svara spurningum um teirra feriu og um familjulívið saman við forsætisráðharranum.
Viðmerkjarin Hans Engell segði eftir hetta við Rás2, at Sólrun Rasmusen hevði klárað seg væl, og at hon hevur dugað væl sín leikut sum forsætisráðharrafrúa.
Nú um vikuskiftið vitja Sólrun Jákupsdóttir og Lars Løkke Rasmussen í Føroyum. Tey verða við í sendingini Hvonn Live á Rás2 kvøld, sum verður send beinleiðis av Hvonn í kvøld klokan 20.
Har verður tosað við tey um avbjóðingarnar, sum tey hvør í sínum lagi hava - Løkke sum politiski leiðarin í Danmark og Sólrun sum fyrstafrúa. Eisini verður tosað um markið millum almenna leiklutin og privatlívið, og um hvørjar avbjóðingar forsætisráðharrastarvið hevur fyri familjuna ? og um tað er prísin vert.