Danski favoritturin

61 ára gamli Flemming Serritslev er fyrrverandi landsliðsvenjari í Danmark og fyyrverandi liðfelagi hjá Allani Simonsen í Vejle

Fótbóltur

 

Flemming Serritslev hevur hægstu venjaraútbúgving, og hann hevur verið nógv nýttur sum lærari í venjaraútbúgvingunum hjá DBU. Hann hevur eisini drúgvar royndir sum landsliðsvenjari. Øll árini frá 1992 og fram til 2006 var hann á lønarlistanum hjá DBU. Eftir at Danmark á sumri í 1992 hevði vunnið EM kappingina í Svøríki, gjørdist Flemming hjálparvenjari hjá Richard Møller Nielsen. Hetta starvið røkti hann fram til 2000.

Tá Morten Olsen hetta summarið gjørdist danskur landsliðsvenjari, vildi hann hava Michael Laudrup sum hjálparvenjara. Fyrsti dysturin hjá teimum báðum við róðrið varð spældur á Tórsvølli. Tá bleiv Flemming Serritslev venjari hjá U-21 landsliðnum. Hann sat í tí starvinum inntil á sumri í 2006, tá ið hann flutti til Vejle, har hann gjørdist ítróttarstjóri. Steðgurin í barndómsfelagnum var heilt stuttur, tí longu í november hetta sama árið slitnaði samstarvið. Talan segðist vera um samstarvstrupulleikar, sum keldur tætt upp at felagnum siga stóðust av, at ógreiða var um, hvørjar uppgávurnar vóru, sum royndi maðurin í nýggja starvinum skuldi røkja.

Síðstu mánaðirnar hevur hann verið venjari í nigerianska felagnum Nasarawa United.

 

Royndir úr feløgum

Áðrenn Flemming Serritslev í 1992 tók við starvinum sum hjálparvenjari hjá Richard Møller Nielsen, hevði hann í fleiri ár verið venjari í ymsum feløgum í Danmark. Frá 1981 og fram til 1985 var hann venjari í Ikast FS, sum nú er partur av FCM.

Í 1986 var hann venjari í Kolding IF, sum hann síðst í sjeyti árunum hevði spælt við, og seks ára skeiðið frá 1987 og fram til 1992 vandi hann eitt av stóru feløgunum í Odense. Hann var venjari hjá B1909, sum tað í 1990 eydnaðist honum at flyta úr næstbestu og upp í bestu deildina.

Góðar keldur vilja vera við, at tað er nógv, sum bendir á, at tað verður hesin maðurin, sum næstu árini skal hava ábyrgdina av føroyska landsliðnum.

 

Fakta um Flemming Serritslev

 

Føddur 18. februar 1947

 

Sum spælari

Vejle 1966-1977

Kolding 1978-1980

 

Sum venjari

Ikast 1981-1985

Kolding 1986

B1909 1987-1992

Danmark, hjálparvenjari 1992-2000

Danmark, U21 2000-2006

Vejle, ítróttastjóri 2006

Nasarawa United (NIG) 2008