Ikki fyrr enn mikudagin fara danska stjórnin og Danski Fólkaflokkurin aftur at tingast um skattalættan Eftir tær fyrstu samráðingarnar er tað greitt, at tað er bara Danski Fólkaflokkurin, sum vil hjálpa stjórnini at fáa skattalættan ígjøgnum Fólkatingið. Stjórnin hevur eisini spurt seg fyri hjá Radikala Vinstra og Ny Alliance, men teir báðir flokkarnir krevja uppaftur størri skattalætta, enn stjórnin hevur skotið upp.
-Tí eru tað bara vit, sum kunnu bjarga stjórnaruppskotinum, sigur Pia Kjærsgaard við TV2.
Higartil hevur stjórnin bara havt eitt samráðingarumfar við hinar flokkarnar, og eingin fundur verður aftur fyrr enn mikudagin. Tað kemst av, at stjórnin skal leggja fíggjarlógaruppskotið fyri 2008 fram týsdagin.
Anders Fogh Rasmussen, forsætisráðharri, hevur sagt, at stjórnin vil hava semju innan 3. september. Eydnast tað ikki, er nýval einasta loysnin. Pia Kjærsgaard ávarar forsætisráðharran og vísir á, at sambært meiningakanningum vilja veljararnir ikki hava skattalætta, men heldur ábøtur á almanna- og heilsuøkinum.