Føroyska brúkaraumboðið hevur boðið danska brúkaraumboðsmanninum, Henrik Øe, til Føroyar á vitjan í næstu viku. Í sambandi við vitjanina, sum verður týsdagin og mikudagin, skal danski brúkaraumboðsmaðurin hava fund við Johan Dahl, landsstýrismann í vinnumálum.
Eisini verður skipað fyri skeiði í marknaðarføringarrætti. Skeiðið er fullteknað.
Tað var í sambandi við norðurlendskan brúkaraumboðsmannafund í Helsinki fyri trimum vikum síðani, at føroyska brúkaraumboðið, Andrass H. Arge, gjørdi avtalu við danska brúkaraumboðsmannin, Henrik S. Øe, um at koma á vitjan í Føroyum.
Føroyska Brúkaraumboðið hevur sera gott samstarv við danska brúkaraumboðsmannin, sum hevur drúgvar royndir á marknaðarføringarøkinum og ræður yvir 17 løgfrøðingum, sum hava servitan á ymiskum økjum.










