Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður í fíggjarmálum, hevur í dag lagt uppskot fyri Løgtingið um at danska ríkisveitingin til Føroyar skal verða 615,5 milliónir næsta ár.
Tað er akkurát tað sama, sum í ár. Uppskot um hetta sama er lagt fyri Fólkatingið, men verður ikki endaliga samtykt, fyrrenn Løgtingið hevur tikið støðu fyrst
Annars stendur í ABC samgonguskjalinum, at ríkisveitingin skal lækkast 15% av veruliga av inntøkuvøkstrinum av skattum og avgjøldum hjá landskassanum við støði í meðal vøkstrinum seinastu 5 árini.
Veruligu inntøkuvøksturin frá skattum og avgjøldum hevur verið 0,5% frá 2005- 2009. 15% av hesum vøkstri er 0,1% ella uml. 0,4 mió. kr.
Verður útrokningarhátturin í samgonguskjalinum nýttur, skal ríkisveitingin í 2010 minka 0,4 millión, úr 615,5 milliónum, niður í 615,1 milliónir.
Landsstýrið metir at henda lækking er ov lítil, tí verður ríkisveitingin ikki lækkað í 2011, sigur Jóannes Eidesaard.










