Danska stjórnin kann fegnast um, at metingarfyritøkan Fitch gevur danska búskapinum metingina AAA, sum er tann besta, ið eitt land kann fáa. Bara sjey onnur lond eru í flokkinum saman við Danmark. Tey eru Noreg, Svøríki, Finnland, Sveis, Avstralia, Kanada og Singapore.
Í metingini vísir Fitch á, at tann almenna danska skuldin er lítil, at avlopið á gjaldsjavnanum er stórt, og at hetta saman við einum skilagóðum fíggjarpolitikki í mong ár er orsøkin til ta góðu metingina av danska búskapinum.
Fitch sigur, at vandin er fyri einari álvarssamari bankakreppu í Danmark er minkaður, og at tann størsta hóttanin ímóti danska búskapinum er uttanlands.
-Danmark verður mett sum eitt tað tryggasta landið í heiminum at keypa virðisbrøv frá. Íleggjarar hava stóran áhuga fyri donskum virðisbrøvum, og tí verður rentan trýst niður, sigur Jacob Graven, búskaparfrøðingur, við danska kringvarpið. Hann leggur afturat, at danir hava alla grund til at vera fegnir um metingina, tí hon kemur øllum dønum til góðar, sigur hann.