Danski búskapurin ikki í vanda

Í hesum døgum halda leiðarar í fleiri londum og felagsskapum kreppufundir um støðuna í heimsbúskapinum, men sambært danska forsætisráðharranum er eingin vandi á ferð í tí danska búskapinum, og tí er ikki neyðugt við nøkrum tiltøkum har.

Tað segði Lars Løkke Rasmussen við danska kringvarpið í dag. Hann segði, at tey tiltøk, sum eru sett í verk í Danmark, er nóg mikið til at tryggja tann danska búskapin, sjálvt um tær búskaparligu veðurvánirnar kring heimin eru vánaligar.

-Tíðliga í summar tóku vit tær neyðugu avgerðirnar, sum framtíðartryggja danska búskapin, eina fíggjarætlan, sum javnvigar. Tað ger, at umheimurin hevur álit á tí danska búskapinum, segði Lars Løkke Rasmussen við DR.