Svartur peningur verður í løtuni hvítvaskaður umvegis Danske Spil. Tað sigur danska tíðindablaðið, Politiken.
Eftir øllum at døma er ikki óvanligt, at danska løgreglan finnur rúgvur av seðlum frá danska happadráttinum, tá ið tey fara gjøgnum húsini hjá fólki, sum eru undir illgruna at hava rúsevni.
Tá ið málið varð kannað nærri, vísti tað seg, at tey brotsmenninir nýttu seðlarnir frá eydnuspølum hjá Danske Spil sum ein hátt at hvítvaska ólógliga peningin.
- Ein háttur, sum hevur verið nýttur, er til dømis at seta ólógliga peningin á øll trý úrslitini fyri ein dyst (javnleik, sigur ella ósigur, red.). Á henda hátt verður tryggjað, at seðilin vinnur í hvussu er einaferð, og soleiðis fáa áleið 90 prosent av peninginum innaftur, sigur danski varðastatsadvokaturin, Per Fiig við Politiken.
Løgreglan heftir trupuleikan at tí, at tað er frítt hjá øllum at spæla fyri 10.000 krónur dagliga á sølustøðum uttan at upplýsa navn. Møguleikin fyri dulnevni verður tulkað sum beinleiðis áeggjan til hvítvask, heldur løgreglan. Tey mæla til, at hesar reglur verða meira líkar internetspølunum hjá Danske Spil, har fólk verða noydd at rita inn við sínum NemID.