Tíðindabræv frá Danske Spil A/S
Tá Danske Spil setur odds á ársins luttakarar í Melodi Grand Prix, røkkur danska landakortið longur enn bara frá ‘Mols til Skagen’ - í ár verður favoritturin til samlaða sigurin funnin heilt upp í Norðuratlantshavi. Tað metir oddssetarin hjá Danske Spil, Peter Emmike Rasmussen.
Hann heldur, at føroyska listakvinnan Sissal, við sanginum Hallucination, í roynd og veru hevur internationalt potentiale.'
"Tað er fyrstu ferð, at ein føroysk listakvinna er favorittur til Melodi Grand Prix, og Sissal hevur ársins besta boð uppá ein vinnandi sang við sær í flogfarinum til Danmarkar. Hallucination »er en vaskeægte ørehænger«, hevur eitt gott kór, og kann klára seg altjóða. Eg vænti eisini, at hon sjálvandi fer at fáa nógvar av teimum atkvøðunum í Føroyum. Tað sóu vit eisini fjør, tá Janus Wiberg – umframt at vera ein góður sangur, kom við í finaluna," sigur hann.
"Sum altíð eru nakrir sera sterkir sangir og evnarík listafólk, sum eru vald út til stríðið um at vinna Melodi Grand Prix og síðani umboða Danmark á Eurovision. Tó eru nøkur, sum eru meira uppløgd: Og Hallucination við Sissal er ein av teimum bestu. Harumframt skal Maria Mathea við Air eisini nevnast. Eisini Andreas Kruse og Tim Schou ljóða spennandi. Ja, tað eri eingir av kandidatunum, vit eru til reiðar at avskriva frammanundan. Lagt er upp til eina sera góða kapping við góðum sangum, so framførslan á kvøldinum fer at hava nógv at siga hjá tónleikarunum á sjálvum kvøldinum," sigur oddssetarin hjá Danske Spil.
Til ber at fylgja við beinleiðis á DR tá sendingin er avgjørd 1. mars.