Fríggjakvøldið klokkan 19.45 spælir føroyska fótbóltslandsliðið HM-undankappingardyst ímóti Týsklandi í Hannover.
Eingin er í iva um, at Týskland er favorittur til at vinna dystin. Týskland er eisini millum fimm tey bestu fótbóltslandsliðini í heiminum. Ein munur eigur eisini at verða millum eitt land, sum hevur 82 miljónir íbúgvar, og eitt land, sum hevur 48.000 íbúgvar.
Men sambært almennu donsku veddingarfyritøkuni, Danske Spil, so er heldur eingin møguleiki fyri, at Føroyar fáa eitt heiðurligt tap eins og í 2002 og í 2003, tá føroyska liðið tapti 1-2 í Hannover, og kundi javnað til 2-2 ímóti dystarenda, og tá føroyska liðið helt 0-0 á Tórsvølli til 88 minuttir vóru farnir, men endaði við at tapa 0-2.
Danske Spil hevur dystin millum Týskland og Føroyar, sum ein av teimum 12 dystunum á Tips 12 veddingarseðlinum. Sambært Danske Spil er møguleikin fyri, at Týskland vinnur 93 prosent, møguleikin fyri, at dysturin endar við javnleiki er 4 prosent, og møguleikin fyri at Føroyar vinnur er 3 prosent.
Sum einstakt veddimál bjóðar Danske Spil bara eitt veddimál, og tað er, at føroyska landsliðið er á odda 5-0 áðrenn dysturin fer í gongd. Hetta er tað sum verður nevnt "Handicap odds". Sambært Danske Spil hevur føroyska landsliðið ikki eingong møguleika fyri at fáa eitt heiðurligt tap, sum í 2002 og í 2003.
Danske Spil bjóðar 2,00 í odds uppá, at Týskland vinnur við meira enn fimm málum. Oddsini uppá, at føroyska landsliðið tapir við fýra málum, ella eitt minni tap enn tað er "heili" 2,35 í odds. Javnleikur í hesum førinum, sum er ein týskur 5 málssigur gevur 5,00 í odds.