Seinast í februar er aftur gjørligt hjá føroyingum at logga seg á sína spælikonto hjá Danske Spil, uttan at brúka Nem-Id.
31. januar setti Danske Spil í verk, at neyðugt var við sonevndum NemID fyri at logga seg á sína spælikonto. Hetta var fyri at liva upp til nýggju spælilógina í Danmark.
Tíverri hevur hetta ført við sær, at hetta hevur givið teimum føroyingum trupuleikar, ið hava spælikonto hjá Danske Spil, tí føroyingar, hvørki hava, ella kunnu ikki nýta Nem-Id.
Danske Spil arbeiðir hart fyri at gera tað møguligt hjá okkum at logga okkum á, uttan Nem-Id. Og seinast í hesum mánaðinum, kemur Danske Spil at senda eitt link til allar kundar, tey hava í Føroyum, sum førir til eina serliga føroyska log-in síðu, har kundin kann brúka sítt vanliga brúkaranavn og loyniorð, og sum bert kann nýtast við føroyskum p-tali. Tó mugu spælararnir, vísa størri tolsemi, tá talan er um Poker og Casino. Loysnin fyri hesi bæði nýggju spølini er enn ikki klár.
Nýggir føroyskir spælarar skulu seta seg í samband við Kundatænastuna hjá Danske spil fyri at stovna eina spælikonto, og her vilja tey blíva biðin um at senda ein teldupost ella telefax við einum avriti av passinum.
Danske Spil harmast støðuna fyri føroysku kundarnar. Og tey vilja visa á, at møguleiki er enn sum áður, eisini at spæla hjá sølustøðunum kring landið. Og eisini er møguligt at spæla við umvegis fartelefonir við sonevndu »mobilloysnini«.