Danske Bank við góðum úrsliti

Tann størsti danski bankin, Danske Bank, fekk eitt gott úrslit í fyrra hálvári. Fyri skatt var avlopið 4,1 milliardir krónur, og nettoúrslitið var 2,3 milliardir krónur. Tað er heili 20 prosent betri enn í fjør og tað, sum leiðslan hevði væntað og samstundis tað besta úrslitið hjá bankanum, síðani fíggjarkreppan tók seg upp.

Danske Bank gjørdi fyri nøkrum árum síðani óhepnar íløgur uttanlands, og leiðslan ásannar í sambandi við hálvársúrslitið, at hesi viðurskifti ávirka framvegis úrslitið tann skeiva vegin.

Júst sum bankin hevur almannakunngjørt hálvársúrslitið, veit blaðið Børsen at siga, at Danske Bank ætlar at lata millum ein triðing og eina helvt av sínum næstan 300 deildum aftur. Bankin vil ikki gera viðmerkingar til tíðindini í blaðnum, men ein greinari hjá Jyske Bank kann vátta, at Danske Bank arbeiðir við ætlanini.