Danske Bank: Tað lýsir í

Tað sær ljósari út í fíggjarheiminum, sigur Allan von Mehren, sum er ovasti greinari í Danske Bank.

Tað er bæði semjan á fundim í París í gjár, har leiðararnir í evrulondunum samdust um, at hvørt land sær skal veita bankunum trygd fyri lánum, sum teir taka frá hvør øðrum.

Men eisini tann amerikanska avgerðin, um framyvir at veita dollar-lán og amerikanski bjargingar pakkin, sum gera at alt nú sær heldur frægari út, sigur Allen von Mehren.

?Nú byrjar gongd aftur at koma í, bankarnir eru byrjaðir at veita lán, og fólk fáa aftur álit á bankunum,? sigur hann við borsen.dk.

Allan von Mehren heldur, at vit fara at síggja framgongd beinanvegin, tí óttin minkar, so hvørt sum bjargingarpakkarnir verða góðkendir.

Men hann sigur tó, at tað kanska fer at taka eitt sindur av tíð, tí fólk vilja vita, hvat bjargingarpakkarnir hava at bjóða.