Danske Bank risastórt lán úr USA

Danske Bank hevur fingið tilsøgn um at læna 170 milliardir krónur frá amerikanska tjóðbankanum -Tað er rætt, at sum tann einasti banki í Danmark hevur Danske Bank fingið loyvi til at læna knappar 30 milliardir dollarar frá amerikanska tjóðbankanum, sigur Tonny Thierry Andersen hjá Danbske Bank við fjølmiðlarnar.

Hann sigur, at av og á hevur tað víst seg at vera trupult at fáa fatur á amerikonskum dollarum, og at lánið eisini hevur samband við ta støðuna.

Tilsøgnin frá amerikanska tjóðbankanum er galdandi til 30. apríl næsta ár.