Danske Bank kann missa ½ milliard

Danske Bank, sum metti seg einki at missa, tá Lehman Brothers fór á húsagang, sigur nú, at tað stendur verri til enn mett varð.

Tapið kann, um illa vil til, koma upp ímóti eini ½ milliard krónum, verður sagt frá bankanum nú.

?Hendan sakin er strævin?, sigur Peter Straarup stjóri í Danske Bank. - Tað er eitt stórt vónbrot, tí vit mettu okkara trygdir at verða góðar, men vit síggja nú, at amerikansku virðini eru sera ivasom. Marknaðurin er enn negativur, og kreppan í USA er sera stór, sigur Peter Straarup við RB-Børsen.

Tíðindini frá Danske Bank koma, tí fríggjadagin ljóðaði tað, at Danske Bank átti 4 milliardir krónir hjá Lehman Brothers. Seinni hevur tað víst seg, at Danske Bank hevur lánt til eitt dótturfelag hjá Lehman Brothers, upphæddin skal vera 5,61 milliardir krónir.

Eitt møguligt tap, hjá Danske Bank, uppá ½ milliard eigur tó ikki at nerva bankan. Um hugt verður eftir roknskapinum fyri 2007, tá hevði bankin ein vinning uppá 19,3 milliardir krónir-áðrenn skatt, og eginpeningurin í 2007 var meira enn 100 milliardir krónir.