Danskari vann Wimbledon

Tennis: Fyri fyrstu ferð í søguni hevur ein danskari vunnið Wimbledon Open í tennis. Frederik Løchte Nielsen er slóðarin, sum saman við enska Jonathan Marray vann kappingina í tvímansleiki.

Teir hava í einstøkum førum seinastu árini spælt tvímansleik í tennis saman, men tað hevur ikki gingið serliga væl. Tað var ikki upprunaliga ætlanin, at teir skuldu spæla saman í Wimbledon Open, sum er ein Grand Slam-kapping og verður mett at vera tann allarstørsta tennis-kappingin av øllum.
Jonathan Marray hevði fingið eitt sokallað wild-card til kappingina í tvímansleiki, og av tí at hann gjørdist ov seinur at greiða pappírini saman við einum øðrum leikara til tvímansleikin, valdi hann at spyrja danska vinmann sín, Frederik Løche Nielsen, sum játtaði. Og tað var ikki býtt, má sigast.

Struku allan vegin
Hóast teir als ikki vóru styrkismettir og bara vórðu fagnaðir at yvirhøvur spæla seg víðari úr fyrsta umfari, so gjørdist skjótt greitt, at hetta skuldi vera nakað heilt serligt. Ávegis til tindarnar feldu teir eitt nú kroatisku servukanónini, Ivo Karlovic, og fyri hvønn dyst, sum fór, gjørdist bilsnið bara enn størri. Teir feldu ein favoritt og annan eftir. Í hálvfinaluni stóð tvíburðaparið úr Florida í Amerika, Bob og Mike Bryan, hinumeðin netið. Hetta parið verður mett sum eitt av heimsins bestu pørum nakrantíð og sambært úrslitunum eru teir eisini tað. Dansk-bretska parið gjørdi ikki mætari enn at vinna dystin 3-1 í settum.
Í finaluni hittu teir svensk-rumenska parinum Robert Lindstedt og Horia Tecau, sum undanfarnu tvey árini eisini hevur verið í finaluni og tapt báðar. Teir fingu so eisini sítt triðja finalutap í trý ár, tí at knógva einum flúgvandi Frederik Løchte Nielsen og Jonathan Marray megnaðu teir ikki. Dansk-bretska parið vann finaluna 3-2 í settum, tó greitt 6-3 í síðsta og avgerandi setti.
Frederik Løchte Nielsen er úr Lyngby og hevur vunnið slakar tríggjar milliónir krónur higartil á yrkisleiðini. Nú kann hann so legga 1,2 milliónir krónur afturat hesi inntøkuni. Somuleiðis hevur hann gjørt eitt stórt lop á styrkislistanum innan tvímansleik, har hann er lyftur frá einum 111. plássi til 24. pláss.

Søguligur sigur
Við sigrinum megnaðu bæði Jonathan Marray og Frederik Løchte Nielsen at skriva søgu. Hetta var fyrstu ferð síðani 1936, at ein breti var við í Wimbledon-finaluni í tvímansleiki síðan 1936. Hetta sama árið vann legendariski Fred Perry sítt triðja Wimbledon á rað.
Frederik Løchte Nielsen er fyrsti danski finaluluttakarin í Wimbledon síðani hansara egni abbi, Kurt Nielsen, var í tveimum finalum í 1950-unum. Frederik gjørdist nú somuleiðis fyrsti danski vinnarin í Wimbledon nakrantíð.
Hóast Frederik Løchte Nielsen og Jonathan Marray báðir liggja niðanfyri nummar 200 á heimsstyrkislistanum í einmansleiki, so er hetta framvegis tað, teir í framtíðini fara at hugsavna seg um.

Williams og Federer vunnu
Flestu eyguni í kappingini vóru sum vant vend mótvegis einmansleiki, har tað ikki gjørdist til nakað serliga óvæntað. Hjá kvinnunum vann Serena Williams sína fimtu Wimbledon við 2-1-sigri á Agieszka Radwanska úr Póllandi. Hjá monnunum vóru bretar á gosi um at skotski Andy Murray hevði spælt seg í finaluna, men hann megnaði tó ikki at knógva helst besta leikaranum í søguni, Roger Federer. 30 ára gamli Federer úr Sveis vann finaluna 3-1 og vann harvið sín sjeyndu Wimbledon. Hann endurvinnur somuleiðis ovasta plássið á heimsstyrkislistanum.