So hava teir skrivað undir sáttmála, ið bindur verjukendan miðvallaspælara at B68 í 2022.
Talan er um Niels Jensen, sum nú í nakrar vikur hevur royndarvant á Svangaskarði, eftir at hann er komin til Føroya at arbeiða.
Í kvøld boðar B68 frá, at sáttmáli er undirskrivaður við 27 ára gamla verjukenda miðvallaraspælaran.
Hann hevur áður roynt seg í 2. división í Danmark, sum er triðibesta deildin. Har hevur hann eitt nú roynt seg í FC Sydvest og OKS, sum eru feløg ávíkavíst í Tønder í Suðurjyllandi og á Fyn.
Í ikki serliga góðum líkindum í kvøld spældu B68 og NSÍ í VFF kappingini á Svangaskarði. NSÍ vann 2-0. Bæði málini vórðu skorað í fyrra hálvleiki. Búi Egilsson skoraði fyrra málið.
Kommunumenninir gróvu vøllin heilt grønan seinnapartin. Undir dystinum kavaði tað, men tað gekk at spæla, hóast tað var eitt følv á vøllinum.