Danskari dømir steypa­finalurnar

Nú tað er greitt, at Jan Hentze er givin sum altjóða dómari, verður hann heldur ikki fyrsti­dómari, tá steypafinal­urnar í flog­bólti verða spældar. Flogbólts­sam­bandið fær í hansara stað ein danskan dómara at koma upp at døma.
Líka síðani Flog­bólts­sambandið afturi í 2000 fór undir at skipa fyri stóru steypafinaludøgunum hjá bæði kvinnum og monn­um, hevur ein altjóða dómari verið fyrsti­dómari í báðum final­unum. Tað var ein av­gerð, táverandi nevnd í Flogbóltssambandinum tók, og núverandi nevnd fylgir sama leisti.
– Fyrstu fimm ferðirnar vóru tað danskarar, ið dømdu, og tað eina árið var tað ein dómari úr Liechtenstein, ið dømdi. Men síðani eg í 2005 bleiv al­tjóða dómari, havi eg dømt allar finalurnar, sigur Jan Hentze, sum fyri viku síðani kundi fortelja her í blaðnum, at hann nú var givin sum altjóða dómari.
Í hesum sambandi gav hann eisini til kennar, at av tí at tað altíð var ein altjóða dómari, sum dømdi steypa­finalurnar sum fyrsti­dómari, kom tað ikki at verða hansara leiklutur á stóra steypadegnum hjá flog­bóltinum, sum er um smáar tvær vikur, leygar­dagin 15. februar. Hesum boðaði Jan Hentze so eisini Flogbóltssambandinum frá.
– Vit settu okkum beinan­vegin í sam­bandi við danska flog­bólts­sam­bandið, sum lovaði at hjálpa okkum við hesum, so tað verður altjóða dóm­arin, Morten Engborg Klein, sum kemur til Før­oya at døma báðar steypa­finalurnar um smáar tvær vikur, sigur Jákup Fjalsbak, formaður í Flog­bólts­sambandinum, ið sostatt heldur fast um leistin við altjóða dómara til steypa­finalurnar.