Tað skal aftur gravast eftir gulli í grønlendsku undirgrundini.
EIn íløga upp á 15 milliónir krónur skal lata gullnáið í Nalunaq í syðra parti av Grønlandi uppaftur.
Pengarnir koma frá Vækstfonden og Greenland Venture, sum hevur almennar danskar og grønlendskar pengar aftan fyris eg.
Námið læt upp í 2004, men stongdi afturí 2013, tá felagið handan námið tveitti handklæðið í ringin av fíggjarligum trupulleikum.
Tað hevði stóra ávrikan, at gullprísurin fall ógvusliga.
Tá námið fyrr hevur verið í gongd, er longu eitt undstøðukervið, og tí verður lættari at koma í gognd aftur.
– Ráðevnis- og námsvinnan í Grønlandi hava stórar møguleikar, sigu rRolf Kjærgaard, stjóri í Vækstfonden, í tíðindaskrivi.
– Við íløguni her kunnu vit birtia uppundir, at Nalunaq-námið kemur eitt stig víðar, og felagið aftanfyri er tilreiðar at fara undir framleiðsluna. Tað fer at føra til øktan vøkstur og mennin í Suðurgrønlandi, sigur hann.
Fyri nøkrum árum síðani vóru stórar vónir til ein ráevnisævintýr í Grønlandi, ið sum frá leið kundi gera landið leyst av stuðli úr Danmark.
Higartil hava royndirnar tó verið úrslitaleysar.
Gullnámið í Nalunaq fer sambært grønlendska kringvarpinum at gerast tað triðja námið í vinnu í Grønlandi. Tað verður ikki upplýst, nær roknað verður við, at námið letur uppaftur.
Hitt er eitt rubinunám við Qeqertarsuatsiaat - á Fiskanesi - í útsynningspartinum av landinum.
Harumframt er eitt nám í Kangerlussuaq. Her verður grivið eftir anorthosit-málmi.
Tær 15 milliónirnar koma úr eini pulju upp á 220 milliónir krónur, sum er ein partur av eini politiskari avtalu millum Grønland og Danmark. Avtalan varð gjørd í septeber í fjør.
Av teimum hevur Danmark latið 198 milliónir krónur og Grønland 22 milliónir krónur.
/ritzau/