Færri og færri ungar kvinnur vilja hava stóra silikonbringu, skrivar eb.dk.
Ungar gentur, ið vita, at tær vilja hava størri bringu, eru rættiliga vitandi. Tær gera nakað við tað. Fleiri danskar gentur fáa í dag silikon fylt í bringuna, men bringurnar verða ikki líka stórar sum fyrr. Tað sigur Bo Jønsson, lækni á Aleris Privathospitaler.
- Áður var ein stødd 400 ml vanlig, men nú er miðalnøgdin 300 ml. Hinvegin verða tær fleiri og fleiri í tali, og summar tíðir geri eg sjey-otta bringur um dagin, sigur læknin við Midtjyske Medier.