Danskar kvinnur missa arbeiðið

Í seinastuni hava støðugt fleiri námsfrøðingar, sjúkrarøktarfrøðingar og heilsuhjálparar í Danmark mist arbeiðið, og tað hevur gjørt, at nú er arbeiðsloysið hjá kvinnunum næstan størri enn hjá monnunum. Hagtølini vísa, at í veruleikanum er arbeiðsloyið millum menn minkað teir seinastu átjan mánaðirnar, samstundis sum arbeiðsloysið hjá kvinnunum er vaksið.

Tað er serliga tann sokallaði 0-vøksturin hjá tí almenna og kommununum, sum ger, at arbeiðsloysið hjá kvinnunum veksur. Ein avleiðing er, at fleiri sjúkrarøktarfrøðingar, lærarar, námsfrøðingar og heilsuhjálparar, sum júst eru liðug við útbúgvingina, kunnu ikki fáa nakað arbeiði. Samstundis eru arbeiðsmarknaðarserfrøðingar á einum máli um, at útlitini eru ikki tey bestu.

Í september vóru 6,0 prosent av kvinnunum í Danmark arbeiðsleysar. Hjá monnunum var arbeiðsloysið 6,3 prosent.