Danskar kvinnur aftra seg alt ov leingi við at fara til lækna, og so er ofta ov seint Kvinnur í Rumenia, Letlandi, Póllandi og øðrum evropeiskum londum hava betri møguleikar at sleppa livandi frá bróstkrabba enn danskar kvinnur.
Tí hóast danska heilsuverkið er eitt tað besta og mest framkomna í heiminum, er Danmark tað ES-landið, har flestu kvinnur tapa bardagan ímóti bóstkrabba. Tað stendur at lesa í einari frágreiðing hjá ES-nevndini, ið verður almannakunngjørd í dag.
Í frágreiðingini stendur millum annað, at hóast færri danskar kvinnur fáa bróstkrabba nú enn fyrr, eru tað fleiri, sum tapa bardagan við sjúkuna.
Iben Holten, yvirlækni, sigur við danska kringvarpið, at meðallivialdurin í Danmark er lægri enn í fleiri øðrum londum. Trupulleikin er vantandi rørsla og í meira lagi av alkoholi, og tað kann vera medvirkandi til bróstkrabba, sigur hon við DR.