Danskar kunngerðir um tryggingareftirlit

Í viðmerkingunum til lógina um tryggingarvirksemi, sigur landsstýrismaðurin Finnbogi Arge, at av tí at Føroya Lívstrygging skal umskipast í eitt partafelag, er neyðugt at broyta løgtingslógina um tryggingarvirksemi. Aftaná umskipanina verður Føroya Lívstrygging eitt partafelag og kemur sostatt undir reglurnar fyri tryggingarpartafeløg. Tí skal ongin serstøk áseting vera fyri Føroya Lívstrygging, og verða orðini ?Føroya Lívstrygging? tí strikaði.

ÓLAVUR Í BEITI


Finnbogi Arge upplýsir eisini, at Føroya Lívstrygging ongantíð hevur fingið loyvi eftir tryggingarvirksemislógini, men hevur virkað eftir løgtingslóg frá 10. oktober 1966 um lívstryggingarvirki.

Og eftir hesum nýggja lógaruppskotinum verður tað landsstýrismaðurin sum fær heimild at seta í gildi danskar kunngerðir um tryggingareftirlit í Føroyum.

? Henda broyting er neyðug nú, tí tað í sambandi við umskipan av Føroya Lívstrygging er neyðugt at seta kunngerð um fráboðan av tekniskum grundarlagi í einum tryggingarfelag, kunngerð um grundlagsrentu, kunngerð um upplýsingarskyldu mótvegis lívstryggingartakarum og roknskaparkunngerð í gildi, soleiðis at leiðslan í nýstovnaða lívstryggingarpartafelagnum veit, hvat hon hevur at halda seg til, sigur Finnbogi Arge í viðmerkingunum.

? Kunngerðirnar, sum eru ógvuliga tryggingartekniskar, koma sostatt at hava eitt ógvuliga avmarkað tal av móttakarum. Leiðslurnar í øllum tryggingarfeløgunum í Føroyum taka undir við, at heimild at seta í gildi danskar kunngerðir, sum viðvíkja tryggingareftirliti, verður sett inn í løgingslóg um tryggingarvirksemi.

? Eisini eftirlitið fær heimild til at avgera, at danskar reglur v.m. skulu brúkast, á teimum økjum, har eftirlitið sambært lógini hevur heimildir til at seta krøv, sigur landsstýrismaðurin Finnbogi Arge í viðmerkingunum til uppskotið.