Gaman í, men annars vildu nógvir skeptikarar hildið, at tað er burtur úr vón og viti at kalla ein flokk fyri eina republikk. Man kann arbeiða fyri eina republikk, men at gera sjálvan flokkin til republikk virkar sum ein absurditetur! Men tað er kanska symptomatiskt fyri flokkin, at hann trívist allarbest í einum logiskum vacuum, heilt in absurdum!
Men tað er ikki nógmikið við tað! Beint nú hevur tann danska- og norðuratlantiska heiladeildin hjá tjóðveldinum eisini roynt at spent seg út sum taktiskir filosoffar og politiskir pionerar. Teir hava sitið og rukkað pannuna í áravís í onkrum lýggjum donskum kabinetti ä Fólkatingi, og har hava teir fingið tann eminent geniala idé, at teir til hetta fólkatingsvalið fara at býta út danskt framleiddar karamellir til teir sakleysu føroysku veljararnar.
Er tað nakað, sum tann føroyski veljarin harðliga treingir til, so er tað júst ótugdar danskar tjóðveldiskaramellir Longu mitt í vikuni var á gøtunum kring alt landið skipað fyri systematiskari og miðvísari karamelluútbýting av álvarsomum og stálsettum høgnesarum sum lið í sjálvbjargnistrembanini móti fullum veldi. Hetta er eitt einastandandi søtt og avgjørt nýskapandi politiskt initiativ, sum við donskum sukri kann sløra og camouflera tann fátæka ella manglandi politiska tjóðveldisboðskapin. Hann kann vera herskin at svølgja.
Innpakkingin av karamellunum er donsk, innihaldið er danskt, og tað uppfinnsama tiltakið er eisini væl og virðiliga goldið av donskum skattgjaldarum, so vit mugu erkenna, at tjóðveldisflokkurin er framvegis nakað av tí mest danska, vit hava!
Sum Atli Dam plagdi at taka til: ”Tað er eingin, sum er so grammur eftir donskum pengum sum júst tjóðveldismenn!”
Tað sukursøta innihaldið í teimum donsku tjóðveldiskaramellunum skal helst káva útyvir, at teir grádigu norðuratlantisku kraddararnir eru politiskt fulkomuliga ørindaleysir. Teir renna bara privat ørindi fyri sín egna botnleysa pengapung! Men tann vanligi føroyski borgarin, sum ikki hevur privata slangu niður í danskar pengakassar, ja, hann fær sín almenna blokkpening skerdan av karamelluflokkinum.
8/11 – 2007
P. S.: Á tí dansktproduseraða karamellupappírinum stendur: www.dnag.dk, t. e. Den Nordatlantiske Gruppe í Danmark og harafturat stendur teirra logo.