Frá mánadegnum 12. oktober 2009 kunnu danskir bileigarar velja, um teir ynskja at koyra við donskum ES-nummarplátum. Teir verða ikki noyddir at nýta nýggju ES-nummapláturnar við ES-flagginum og DK í hvítum á bláa bakgrund, eins og tað verður gjørt í øðrum evropeiskum londum.
Danska stjórnin hevur avgjørt, at tað skal verða upp til bileigaran sjálvan, um hann ynskir at nýta hesar nummarpátur.
Eisini er avgerð tikin um, at eingin prísmunur verður á nummarplátunum við ella uttan ES-flaggi.