Danska ávirkanin - Grønland/Føroyar - kairos-hugleiðingar

Gordon Ejdesgaard

Danska ávirkanin hevur sett síni merki bæði her heima og í Grønlandi. Tað at lýsa donsku ávirkanina kann sjálvandi gerast við at hyggja at føroyskum viðurskiftum. Men her endar søgan ikki. Kanska kann søga okkara og lýsingin gerast nakað frægari, um myndin úr Grønlandi verður tikin við. Ikki minst nú Eidesgaard og Hoydal eru í hornatøkum.
Hetta er ikki teori, eg skrivi um, men praksis og veruleikan.
Øll tøl, eg nevni, havi eg frá grønlendsku hagstovuni. Tøl sum eru viðurskend av m. ø. OECD og grønlendska heimastýrinum. Havi nakrar royndir úr Grønlandi, har eg havi arbeitt saman við donskum embætismonnum í 6 ár. Nú er tað soleiðis, at søga okkara er sera ólík tí grønlendsku. Grønlendingar hava fleiri túsund ár á baki. Eru annars komnir úr Mongolínum um Alaskaísin og hava breitt seg um alt Grønland.
Spaniólar og aðrir blandaðu seg við grønlendingum. Og tískil er fólkið ikki upprunaligt, sum vit kenna hugtakið »upprunaligt«. Ein skal kanska heilt norður til Thuleøki ella EysturGrønland Tasiilaq fyri at finna upprunafólk.
Okkara mentanir eru sera ólíkar. Tískil kann vera trupult at samanlíkna. Og henda greinin eigur ikki at vera lisin sum ein samanlíkning av tjóðunum. Søguliga tilvildin vildi, at vit hóast alt juridisk hoyra saman.

Eru danir kolonialistar?
Hans Jákup Debes, professari, sáli, spurdi meg: »Hevur tú nakrantíð hoyrt um ein parasitt sum frívilliga fer av vertinum?« Svar mítt var sjálvsagt. Hvat hann hugsaði var sjálvsagt.
Veiðumentanin, sum var í Grønlandi hvarv í trýssunum. Ikki eftir ynski grønlendinga. Men tí grønlendingar vórðu fluttir _ við 48 tíma ávaring. Hetta til býirnar. Bert tankin um at fáa 48 tímar at flyta úr heimi sínum og flyta 1.000 km til eina blokkíbúð í t. d. Nuuk er ræðandi. Nútíðarsøgan er besta dømi um eina kolonimagt, sum hevur borið seg ódemokratisk, óhóskandi og ósømuliga at. Men henda søga stendur ikki at lesa í nakrari bók. Eingin søga/dokumentation verður skrivað, fyrr enn síðsta síða er »skrivað« í søgu teirra (dana) í hesum sambandi. Her er mín metan, at danskir politikkarir, í ávísan mun, eru skúgvaðir til viks av embætismonnunum. Og kanska er kjarnin her. Politiski viljin hevur verið tilstaðar, men paragraffirnar hava ikki altíð riggað.
Og um nú alt er gjørt í besta vilja, so er talan hóast alt um manglandi virðing. Undanførsla hevur einki pláss í hesum sambandi.
Frægasti mátin at kenna grønlendskan hugburð og mentan og fáa beinleiðis atgongd til dagligdagin kann vera at vera á staðnum og arbeiða saman við dønum og grønlendingum. Nú skal hetta, eg skrivi, ikki takast sum ein kritikkur av tí einsaka dananum. Hampamenn so gott sum allir.
Men eisini søgan um Grønland kann bert lýsast við at taka tann, sum hevur maktina við í uppgerðina. Og júst her er bróðurparturin av søguni. Teir sum hava lagt alt til rættis í Grønlandi eru danir. Hetta saman við amerikumonnum. Danir vóru settir til viks undir krígnum. Amerikumenn tóku leiðsluna.
Men óreinir eru teir so ikki, heldur vælmeinandi »betrivitandi« kolonialistar. At gera eina tjóð bundna av peningi er tó ikki heilt vælmeinandi politikkur.
Danski faðirin (Monrad) at fríu donsku stjørnskipanini segið á sinni: »Færinger skulle have den vilje at føle sig som danske!«. Og hvar er munurin millum hetta tá og nú í praksis? Sjálvur síggi eg ikki stóran mun á.
Um vit ikki góðtaka danir sum tað teir eru, koma vit ikki víðari. Hava vit gloymt, at í 1615 kravdu danir, at okkara tingbøkur skuldu skrivast á donskum, í 1800-talinum fingu vit ein danskan »varakong« sum formann fyri løgtingið, at danir í 1845 brotsliggjørdu føroyska málið sum skúlamál og innførdu danskt, at vit fingu loyvi at tala føroyskt innan kirkjugátt í 1939? Kreppan í 92 átti at lært okkum okkurt um hesi viðurskifti. M. a. fyrrverandi tjóðbankastjórin (R. B. Mikkelsen: »færinger lider af mangel på hjernekapacitet«) setti okkum so dyggiliga uppá pláss.

Eitt sindur um umsitingina í Grønlandi
Umsitingin í Grønlandi er donsk. Málið er danskt og tulkar eru til allar uppgávur. T. d. virkar sjúkrahúsverkið ikki uttan eitt ótal av tulkum. Allar størri frágreiðingar skulu skrivast á tveimum málum. Bert í Nuuk eru umleið 70 danskir búskapar- og løgfrøðingar. Sjálvandi við tulkum undir liðini. Og umleið 6.800 danir starvast í Grønlandi sum »tilkaldt arbejdskraft«. Grønland er so gott sum givið at útbúgva m a. sjúkrasystrar. Grønlendska studentsprógvið kann ikki brúkast til endamálið. Virðið er ov vánaligt.
Hetta er ikki míni orð, men frágreiðingin frá OECD. Hóast báðar grønlendsku avísirnar eru skrivaðar á donskum og so umsettar aftur til grønlendsk, hava so gott sum allir yngri grønlendingar tikið danska málið til sín _ og lesa á donskum! Altso velja egið mál frá. Forboð er fyri at undirvísa á grønlendskum málið, har eg havi undirvíst. Hettar er fyrst og fremst handilsskúlin og hægri støði.
Tað er tankavekjandi, at fleiri hundrað grønlendingar ikki duga grøndendska málið. Hetta er harmiligt og sera tupult er at vera paria ella útskot í egnum landi. At hetta so eisini er orsøk til happing er ikki til at liva við.
Flest allir danir eru serfrøðingar innan teirra øki. Meðaltíðin ein dani er í Grønlandi liggur um 2 ár. Heimastýrið betalir fyri transport fyri øll starvfólk við familiu úr Danmark. Ikki bara tað, men eisini fyri at flyta alt innbúgv teirra aftur og fram við skipi. Prísurin er umleið kr. 200.000 per embætismann.
So tosaða málið er danskt, »intellegensian« er donsk, rætturin er í praksis danskur og flakafólkið, pedellarnir og tulkarnir er grønlendingar.
Mær vitandi eru grønlendingar ikki spurdir, um teir ynskja samfelagið, sum tað er nú. Tað er diktat av m. ø. G60 hugsanini, sum hevur danskar arkitektar. Altso at flyta fólk til stórbýin uttan at spyrja um loyvi. Qaanaaq/Thule, Qullissat og - you name it _ eru jú góð dømi um hetta.

Meira um OECD-frágreiðingina
Seinasta kanningin hjá OECD (bíløgd av Heimastýrinum) sigur m. a. at grønlendski produktiviteturin er 1/3 av tí danska. Men livistøði minnir nakað um tað danska. Hetta hongur sjálvandi saman við, at eitt vanligt grønlendsk húski fær umleið kr. 250.000 í blokki (umroknað hagtøl).
Og her hava vit júst tað, Martin Paldam professari kallar »det økonomiske gab i Grønland«. Ella tað ein kanska kann kalla búskaparfelluna. Grønlendingar kunnu ikki vera peningin fyri uttan. Tað kostar Danmark umleið 3,5 milliardir í blokkstudningi at verða í Grønlandi. Og Grønland er so sanniliga eitt prestigiprojekt. Bert støddin -næstan 2 milliónir kilofermetrar- er nakað danir hava brúk fyri. Uttan Grønland hevur Danmark enn minni týdning í EU. Undir øllum umstøðum verður Danmark munandi skert. Og danska granskingin verður tynri uttan Grønland.
Spurningurin kann so vera: hvør hevur brúk fyri hvørjum? Grønlendingar hava brúk fyri krónum ella til dømis dollarum. Og lat okkum so kalla ein spaka fyri ein spaka. Danir eru millum teir fáu kolonialistarnir, sum eru eftir. Og grønlendingar hava ikki møguleika at sleppa takinum. Heilt einfalt hava teir ikki ráð. Men tankin er ikki ókendur í Nuuk at skifta "makan".
Amerikumenn eru ikki ókendir, kanska ikki vællýddir, men hóast alt kappingarneytar hjá dønum Og grønlendingar tevja dollarar.
Danski blokkurin til okkum er stórur nokk til at vit hanga saman juridiskt. Og trumfurin er á donskum hondum. Nevniliga blokkurin. Tá gávan - sum hetta veruliga er - er burtur, hava vit sjálvandi fullveldi.
So grønlendski trupulleikin við dønum er sami sum okkara. Teirra er bert astronomiskur í mun til okkara.

Føroyskur og grønlendskur realpolitikkur
Vit fáa bert ein brøkpart av tí grønlendingar fáa í gávu, so sjálvandi eru vit fyrstir til sjálvstýri. Mítt boð er, at grønlendingar - hóast grønlendingar hava tankar um sjálvstýri - ikki hava sjálvstýri fyrr enn í fyrsta lagi um 50 ár. Nú kann so spyrjast, um hesi viðurskifti eru tilvild ella ei. Mín besta sannføring sigur mær, at her er als ikki talan um tilvild. Donsku embætismenninir koma so gott sum allir úr sama skúla. Úr embætisverkinum í Innanríkismálaráðnum og grannum teirra. Og teir eru eirindarleysir. Danmark hevur 100% tak á Grønlandi.
Sjálvur havi eg ongantíð sæð eitt roknistykki, sum lýsir hvat Ongland, Týskland ella t.d Danmark hava forvunnið uppá koloniirnar. Men vit gera okkara roknistykki trúliga upp hvørt ár. Nevniliga gávuna sum steðgar allari ætlan um sjálvstýri.
At danir nú aftur hava sett fingramerkið á føroyska lóggávu, ger ikki teirra støðu betri. Og her hava vit væl klassikaran: føroyingar eru ørkymlaðir og á gosi (Eidesgaard og Hoydal). Og hetta er væl saktans søgan um kolonialistin, sum er við at missa fótafesti. Hvør er munurin á hampuligari kolonialismu og tyrrani? Her kunnu vit takka donskum politikkarum og embætitsmonnum fyri, at vit hava fingið eyguni upp. Løgið nokk.
Líka lítið kunnu danir eiga Grønland ella Føroyar. Kendi høvundurin Jørgen-Frantz Jacobsen segði á sinni: »Føroyar hava ongantíð verið danskar, vit eru ikki danir, og vit verða óiva ongantíð danir« (Føroyar liggja jú ikki í Danmark. Her er logikkurin- Min viðmerking og umseting).
Er tað nakað vit hava brúk fyri er tað realpolitikki og at kalla ein spaka fyri ein spaka og dana fyri ein dana. Vit mugu gevast við at gloyma realpolitikkin og bert trúgva, at danir eru her fyri okkara skuld.
Kritikkur av dønum gevur tó onga meining. Uppgávan »Loysing« verður bert avgjørd her á landi. Og væl at merkja uttan at spyrja Ríkisumboð/Landshøvding dana á borgini her á klettunum eftir. Og danski forsætismálaráðharrin eitur Anders Fogh Rasmussen og ikki Anders Fogh - Robin Hood - Rasmussen.