Danska vápnasølan nógv minkað

Danski vápnaútflutningurin minkaði sera nógv í fjør. Tøl hjá uttanríkisráðnum í Keypmannahavn vísa, at í fjør góvu myndugleikarnir útflutningsloyvi til vápn og vápnalutir fyri tilsamans eina milliard og 780 milliónir krónur, og tað var næstan ein milliard krónur minni enn í 2010.

USA er tað landið, sum keypir mest av vápnum og vápnalutum úr Danmark. Í fjør keyptu amerikanararnir fyri 725 milliónir krónur. Tað var heldur minni, enn ES-lond keyptu fyri, tí tey keyptu fyri 742 milliónir krónur.

Størstu keyparalondini í ES eru Bretland, Niðurlond, Svøríki og Týskland.