Danir hava enn møguleika at sleppa í hálvfinalurnar í EM-hndebóltskappingini í Serbia. Tað er greitt, eftir at danska liðið vann 28-26 á Týsklandi fyri einari løtu síðani.
Í byrjanini var tað annars einki, sum bendi á danskan sigur, tí týskararnir fóru fleiri mál framum beinanvegin. Men so komu danir inn í dystin. Fyrst javnaðu teir til 6-6, og so fóru teir spakuliga frá týskarunum. Í hálvleikinum var støðan 17-14 til danir, og seinni vóru teir eitt skifti á odda við fimm málum. Ímóti endanum kom eitt sindur av spenningi í dystin, tá munurin bleiv bara tvey mál, men nærri komu týskararnir ikki.
Besti maður hjá dønum í hesum dystinum var málverjin Niklas Landin.
Við sigrinum eru danir komnir upp á triðja pláss í bólkinum við fýra stigum. Serbar og týskarar hava fimm stig, og serbar spæla dagsins seinasta dyst um eina løtu ímóti svium.