Í einari grein ger danska TV2 nógv burturúr, at høgri vongurin hjá týska bundesligaliðnum, Füchse Berlin, Hans Lindberg ikki fer at leingja uppihaldið í týska høvuðsstaðnum.
Niðast í greinini ber TV2 upp á mál, at avloysarin hjá Hans Lindberg skal vera føroyski landsliðsleikarin, Hákun West av Teigum,
Hákun hevur sáttmála við Skanderborg Århus fram til summarið 2024, men sambært TV2 hevur Hákun ein klausul, ið loyvir honum at fremja eitt skiftið eitt ár áðrenn sáttmálin gongur út.
Felagið hjá Hákuni, Skanderborg Århus hevur tó ikki váttað tíðindini. Sambært TV2 hevur Hákun heldur ikki váttað, at eitt skiftið til Füchse Berlin komandi summar gerst veruleiki.
Gerst skiftið veruleiki hava Føroyar tveir landsliðsleikarar í týsku bundesliguni í 2023. Hákun West av Teigum í Füchse Berlin, og Elias Ellefsen á Skipagøtu í THW Kiel.
6. desember spælir liðið hjá Hákuni, Skanderborg Århus móti Füchse Berlin á útivølli í EHF European League. Vikuna aftaná, 13. desember tekur Skanderborg Århus móti Füchse Berlin á heimavølli.
Hans Lindberg er 41 ár, meðan maðurin sum nú sigst av at skula avloysa hann í Füchse Berlin, Hákun West av Teigum er bert 20 ára gamal.