Eins og Spania stuðlaði Danmark USA í krígnum við Irak, men fregnartænastan hjá donsku løgregluni, PET, heldur ikki bumbuatsóknina í Madrid vera orsøk til at herða tilbúgvingina í Danmark.
Leiðarin í PET, Lars Findsen, segði fyrrakvøldið, at donsku myndugleikarnir eru á varðhaldi, og at teir hava samband við myndugleikarnar í øðrum londum um støðuna. Men sum er er einki, sum gevur orsøk til at herða tilbúgvingina, segði Lars Findsen.