Danska stjórnin hevur gjørt eina avtalu við ein meiriluta í Fólkatinginum um, at hon vil halda fram og møguliga eisini økja ongarlutin hjá danska ríkinum í SAS upp til 30 prosent.
Stjórnin og flokkar ímynda sær ein ognarlut, sum er millum 22 og 30 prosent, sigur Nicolai Wammen, fíggjarmálaráðharri á tíðindafundin í morgun.
– SAS er í eini truplari støðu. Vit hava skula tikið støðu til, hvussu vit í Danmark vil gera, sigur hann.
– Felagið hevur stóran týdning fyri danska samfelagið.
Í løtuni er ognarluturin hjá danska statinum í flogfelagnum 21,8 prosent. Svøríki hevur sama ognarlut í løtuni.
Stjórnin og flokkarnir, sum eru við í semjuni, eru annars klárir til at strika skuld hjá felagnum til statin upp á 3,5 milliardir krónur.
Wammen ger greitt, at tað verður eingin kekkur givin SAS í dag. Tað skulu eisini finnast aðrir íleggjarar, áðrenn staturin vil stuðla við fleiri pengum.
– Tað, sum verður støðið undir, júst hvussu stóran ognarlut vit skulu hava er, at vit fáa ein ognarlut, sum er passaliga tryggjur, til at vit kunnu gera eina avtalu við ein nýggja stóran íleggjara í SAS, sum varðar av donskum áhugamálum, sigur fíggjarmálaráðharrin.
##med2##
– Tað er soleiðis, vit ætla at gera. Tað er ikki talan um, at staturin sum so hevur ætlanir um at reka eitt flogfelag.
Um tað ikki eydnast SAS at sannføra marknaðin um, at felagi hevur møguleika at klára seg í framtíðini. so koma eingir pengar, hvørki frá marknaðinum ella frá danska statinum. Tað sigur Rasmus Jarlov, framsøgumaður í fíggjarmálum hjá teimum Konservativu.
– Vit hava sjálvandi ikki hug at skjóta pengar inn í eitt felag, sum ikki klárar seg, verður sagt á tíðindafundinum.
Avtalupartarnir eru Vinstri, Konservativu, Danski Fólkaflokkur, SF og tey Radikalu.
Svøríki hevur fyrr í vikuni tikið ein støðu, sum er beint øvug teirri donsku.
Svenski staturin er ikki til reiðar at seta fleiri pengar til taks fyri at flogfelagið. Í staðin góðtekur svenski staturin at tess ognarlutur í SAS minkar.
Tað upplýsti svenski vinnumálaráðharrin, Karl-Petter Thorwaldsson, týsdagin.
/ritzau/