Danska stjórnin skilir føroysk ynski

Vit mugu fáa ríkisfelagsskapin at virka so væl sum gjørligt, heldur Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður

 

Vit mugu tryggja at ríkisfelagsskapurin riggar so væl sum gjørligt.

Tað segði Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, á fólkatingsins røðarapalli týsagin, tá ið stóra orðaskiftið var áðrenn farið verður í summarfrí.

 

Hann vísir á, at ein kanning, hann hevur gjørt, vísir, at  stór undirtøka er í Føroyum fyri at verða verandi í ríkisfelagsskapinum og tí má hann fáast at virka so væl sum gjørligt.

 

Kjakið um ríkisfelagsskapin eigur ikki at vera sum ein dystur í tennis, har ein er fyri og hin er ímóti.

Hann sigur, at tað er orsøkin til, at allir fyri norðuratlantisku fólkatingslimirnir hava lagt uppskot fram um at taka allar forðingar í ríkisfelagsskapinum burtur.

Hann heitti staðiliga á stjórnina um at fara til verka í hesum sambandi.

 

Sjúrður Skaale heldur ananrs, at danska stjórnin skilir væl føroyska ynski um størri sjálvstýri.

 

Og tað heldur hann er heilt avgerandi, tí ein stórur meiriluti á føroyskum vil hava eina føroyska grundlóg, ella stjórnarskipan, har føroyingar definera seg sjálvar bæði inneftir og úteftir

 

Tað gevur føroyingum eitt tryggari grundarlag at standa á enn danska vælvild og tað eigur danska stjórnin og embætisverkið at hava í huganum og taka undir við, tá ið tað málið kemur upp aftur.

 

- Tað er for býtt at siga, at danska grundlógin longu setir mørkini, soleiðis sum páhaldið úr Danmark er.

Øll, sum er køn í statsrætti og fólkarætti siga rætt og slætt, at tað er skeivt.

- Tað er ein politisk støða, sum avnoktar veruleikan, tí grundlógin sigur ikki eitt einasta orð um Føroyar og ríkisfelagsskapin, soleiðis er tað, sigur Sjúrður Skaale.