Danska stjórnin loyvir samkyndum hjúnalagi í Føroyum

Sjálvandi fer danska stjórnin at ganga føroyskum ynskjum á møti

Samtykkir Løgtingið, at samkynd skulu sleppa at giftast í Føroyum, fer danska stjórnin ikki at seta seg upp ímóti tí.

 

Tað staðfestir danski ráðharrin í almanna- og innanríkismálum, Karen Elleman.

 

Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, hevur spurt hana, um danska stjórnin er sinnað at broyta lógina, so at samkynd hjúnalag verður loyvt í Føroyum, fer Løgtingið at samtykkja tað.  

 

Hon staðfestir stutt og greitt, at samtykkir Løgtingið at samkynd hjúnalag skal vera loyvt, fer stjórnin sjálvandi at ganga ynskinum á møti og at broyta lógina, so at samkynd sleppa at giftast í Føroyum.

 

Men hon staðfestir eisini, at tað fer at krevja, at málið verður sent avvarðandi pørtum til hoyringar, sum vanligt.