Kanningin, sum Voxmeter hevur gjørt fyri Ritzau, vísir, at Javnaðarflokkurin hevði havt eina afturgongd upp á 5,4 prosent, sum hevði merkt, at flokkurin hevði mist 10 tingsessir og farið úr 50 niður í 40 tingsessir. Men flokkurin hevði framvegis verið nógv størsti flokkur á Fólkatingi, tí næsti flokkur, sum nú hevði verið SF, hevði fingið 27 tingsessir.
Vinstri, sum hevði stóra afturgongd á valinum 1. november, hevði mist 3,6 prosent og mist 5 tingsessir. Flokkurin hevði varið úr 23 niður í 18 tingsessir.
Eisini triði flokkurin í stjórnini, nýggi flokkurin Moderatarnir hjá Lars Løkke Rasmussen, hevði eisini havt stóra afturgongd, 3,3 prosent, sum merkir, at flokkurin hevði farið úr 16 niður í 11 tingsessir.
Tað vil siga, at stjórnin hevði fallið við einum braki, og kanska tað merkir, at veljarin ikki helt tað vera eitt gott hugskot hjá Mette Frederiksen at skipa eina stjórn tvørtur um miðjuna.
Men borgarligi vongur missir meira enn flokkarnir vinstru megin miðjuna.
Tí var tað tepurt á valinum, tá reyði vongur akkurát fekk meiriluta, so hevði hann verið púra greiður hesaferð, tí reyð vongur hevði fingið 92 sessir, meðan blái vongur hevði fingið 83 tingsessir – uttan at telja teir føroysku og grønlendsku sessirnar við.
Størstu framgongdina hevði SF havt. Flokkurin hevði farið 6,8 prosent fram og fingið 12 sessir aftur at teimum, 15, sum flokkurin hevur í dag.
##med2##