Danska stjórnin fer at veita hjálp til barn nummar tvey hjá kinnum og pørum, sum hava brúk fyri gitnaðarviðgerð.
Tað segði Mette Frederiksen, forsætisráðfrú, í nýggjársrøðu síni, sum varð sendi beinleiðis í sjónvarpi av Marienborg í kvøld.
– Óviljað barnloysi rakar alt ov nógv. Er tað ikki vti sjálvi. So er tað onkran, vit kenna. Tað eru enn tabu, vit skulu bróta, sigur hon
Í dag kemur áttanda hvørt barn í Danmark, sum kemur í verðina, við gitnaðarviðger, sum veksur hvørt ár.
Tað eru í ár 40 ár síðani, at fyrsta danska reagensglasbarnið varð føtt.
Í fjør kundu kvinnur og pør fáa upp til tríggjar royndir við reagensglasviðgerð á almennum gitnaðarstovum, sum tað almenna rindar.
Men frá á nýggjárinum er tað møguligt at fáa tvífalt so nógvar royndir, so kvvinnur og pør ikki mugu uppgeva vónina um eitt barn ella fara á privtklinikkir og sjálvi rinda fyri viðgerðarroyndir.
– Men í kvøld kemur stjórnin við enn einum uppskoti. Vit fara eisini at veita ókeypis hjálp til barn nummar tvey, so tað vónandi kann koma ein lítlibeiggi ella ein lítlasystur, segði Mette Frederiksen.
/ritzau/