Lægri partafelagsskattur, minni almenn nýtsla enn ætlað, betri frádráttarmøguleikar til vinnulívið, meiri pengar til at umvæla almennar bygningar og rætt hjá húsaeigarum at draga handverksútreiðslur til umvælingar frá.
Hetta er ein partur av einari umfatandi vakstrarætlan, sum tann danska stjórnin hevur almannakunngjørt fyrrapartin undir heitinum "Vakstrarætlan DK - Sterkari fyritøkur, fleiri arbeiðspláss".
Útrokningar hjá stjórnini vísa, at saman við øðrum nýskipanum innan eitt nú skattaskipanina og fyritíðarpensjónina kann vakstrarpakkin útvega 150.000 arbeiðspláss í teirri privatu vinnuni hetta til 2020.