Ein nýggj gallup-kanning vísir, at Vinstri-flokkurin, teir Konservativu og Dansk Folkeparti fáa 92 umboð á Fólkating, skrivar ritzau. Í gallupkanningini fáa andstøðuflokkarnir 83 umboð á Fólkating
Tað verður útlagt sum, at danir taka undir við útlendingapolitikkinum, ES-dómstólinum og komandi fíggjarlógini. Teir tríggir Vinstri, teir Konservativi og Dansk Folkeparti fáa 47, 19 og 26 umboð í nýggju kanningini.
Socialdemokratarnir ganga aftur, teir missa 2 umboð og fáa 43 umboð á Fólkating. SF hevur eina framgongd, teir fáa 31 umboð - tað eru 8 umboð fleiri enn við seinasta fólkatingsval. Teir Radikalu standa í stað, teir fáa 9 umboð.
Hvørki Enhedslisten ella Liberal Alliance fáa umboðan. Teir Kristnu-demokratarnir fáa heldur ikki umboðan á Fólkatingi.
Gallup-kanningin byggir á telefonsamrøður við 1.587 fólk, kanningin er gjørd í døgunum 21. august til 28. august.