Danska stjórnin mannað

Anders Fogh Rasmussen hevur í morgun kunngjørt nýggja ráðharralistan, og stjórnin er mannað, soleiðis sum fjølmiðlarnir høvdu gitt Tað nýggja er, at stjórnin fær ein ráðharra í vælferðarmálum og ein ráðharra í orku- og veðurlagsmálum. Karen Jespersen úr Vinstra skal umsita vælferðarmálini, og Connie Hedegaard umsitur orku- og veðurlagsmál. Hon hevur umsitið umhvørvismál frammanundan, og tey skal Troels Lund Poulsen úr Vinstra nú umsita.

Lars Løkke Rasmussen skal sum væntað umsita fíggjarmál. Hann hevur millum annað umsitið heilsumál, og tey yvirtekur Jacob Axel Nielsen, sum hevur umsitið samferðslumál. Nýggjur ráðharri í samferðslumálum er Carina Christensen, sum fyrr umsat familju- og brúkaramál.

Tann einasti ivaspurningurin hevur verið, hvør skuldi umsita innflytaramál, og her fall valið á Birthe Rønn Hornbæk úr Vinstra. Hon skal eisini umsita kirkjumál.