Danska ríkisskuldin veksur nógv

Danski ríkiskassin líður illa undir altjóða fíggjarkreppuni, og skuldin veksur í hvørjum. Tey nýggjastu tølini vísa, at í juli fór skuldin upp um 700 milliardir krónur, og so stór hevur hon ikki verið tey seinastu fimm árini, skrivar DR.

Jacob Graven, sum er búskaparfrøðingur hjá Sydbank, sigur, at tá fíggjarkreppan byrjaði fyri tveimum árum síðani, var skuldin hjá tí almenna umleið 420 milliardir krónur. Men kreppan hevur gjørt, at tað almenna hevur fingið munandi minni í skatti og avgjøldum, samstundis sum útreiðslur til ymsar veitingar eru hækkaðar.

-Tí er skuldin vaksin nógv og er í dag ein av teimum størstu avbjóðingunum hjá danska búskapinum, sigur Jacob Graven.

Sambært einari uppgerð hjá Tjóðbankanum var nettoognin hjá tí almenna Danmark 50 milliardir krónur tann 31. mars í ár, men Jacob Graven sigur, at nettoognin verður til nettohall um stutta tíð og helst longu í hesum árinum.