Nýggj uppgerð hjá Henly Passport Index vísir, at Singepore hevur heimsins besta pass. Tað gevur atgongd uttan innfararloyvi til 193 lond í heiminum.
Á øðrum plássi eru trý lond, ið hava frítt at fara til 192 lond í heiminum. Tey eru Spania, Týskland og Italia. Finland og Svøríki eru millum londini á triðja plássi, og síðani kemur Danmark á fjórða plássi.
Danska passið, sum nógvir føroyingar brúka, gevur atgongd uttan innfararloyvi til 188 lond í heiminum. Føroyar eru ikki skrásettar hjá Henley Passport Index við serstøkum passi.
Íslendska passið er á tíggjuna plássi við 182 londum.
Afghanistan hevur veikasta passið, tí tað gevur bert atgongd 27 lond uttan visum.