Danska passið er millum tey sterkastu

Við donskum passi sleppur tú inn í 192 lond uttan innfararloyvi

Nógvir føroyskar brúka danskt ES-pass, og tað er millum heimsins sterku pass.

 

Fyritøkan Henley & Partners hevur gjørt nýggja uppgerð yvir, hvussu sterk passini hjá teimum ymisku londunum eru. Hetta verður gjørt við yvirliti yvir, hvussu nógv lond passið gevur atgongd til uttan serligt innfararloyvi.

 

Ovast á listanum eru passini hjá Fraklandi, Týsklandi, Italia, Japan, Singapore og Spania, sum geva atgongd til 194 lond uttan innfararloyvi.

 

Finska, svenska og suðurkoreanska passið geva atgongd til 193 lond, og síðani koma passini hjá Eysturríki, Danmark, Írlandi og Hollandi við 192 londum.

 

Henley & Partners brúkar limalondini í ST umframt nøkur fá sjálvstýrandi øki sum grundarlag fyri yvirlitinum. Føroyar og føroyska passið eru ikki við í yvirlitinum.