Navnalóggáva
Tað er ikki loyvt føroyingum , sum búgva í Danmark, at doypa sínar synir við faðirnavni sum millum- ella eftirnavn. Men gentur kunnu hava -dóttir til bæði millum- og eftirnavn.
Tað er ein heldur løgin søga, greiðir Machael Lerche Nielsen, á Instittut for navneforskning í København, frá.
Talan er um eitt fyribrigdi í donsku navnalógini, sum er frá 1904, sigur hann. Tá var gjørt alt fyri at ganga frá gamla navnaháttinum við at brúka faðirnavnið sum eftirnavn.
?Juristarnir kundu líkasum ikki finna út av hasum við, at sonurin hevði annað eftirnavn enn faðirin. Tað gjørdist ov trupult í juriskidkum samanhangi, heldur hann.
Michael Lerche Nielsen sigur, at eftirnøvn sum Jensen og Andersen tá vórðu roknað sum vard nøvn, og tí var ikki hildið rætt, at til dømis nøvn sum Jenssøn og Anderssøn, sum líktust nógv hinum fyrru, skuldu vera loyvd. Betri var, hildu danskir myndugleikar tá í 1904, at fólk so fingu sær nøvn sum Østergaard ella tílíkt.
Lógin ógjøgnumførd
Men so hendi tað einaferð í fimtitárunum, at ein danskur prestur helt, at tað kundi verið stuttligt, um døtur hansara fingu hansra navn sum eftirnavn við datter afturút.
Hann doypti tær so tað, og tað bar til, tí í 1904 høvdu teir ivaleyst ikki roknað við hesum og bert tikið hædd fyri, at fólk fóru at eita -søn til eftirnavn.
Tískil ber væl til í dag hjá eini føroyskari gentu í Danmark at eita Jógvansdóttir bæði til millum- og eftirnavn, men ikki hjá beiggjanum at eita Jógvansson.
At føroyingar, sum koma til Danmarkar fáa trupulleikar av navnageving, kann vera eitt lokalt mál, sigur Michael Lerche Nielsen. Tað eru níggju statsamt, sum hvørt í sínum lagi hevur navnaumsiting, eins og eisini miðfyrisitingin hevur navnalóg í tveimum ministerium. Bæði Kirkjumálaráðið og Løgmálaráðið umsita navnalógina, sigur hann, so tað kann hevnda, at onkur rennur seg fastan, tá tey skulu doypa síni børn.
Hann váttar tað, sum Hans Jacob Joensen, biskupur, segði við Sosialin týsdagin, at føroyingar skulu ikki broyta síni nøvn, um teir eru doyptir í Føroyum og komnir undir føroyska navnalóggávu. Heldur ikki skulu teir bara uttan víðari góðtaka í Danmark at koma undir danska lóg, sigur Michael Lerche Nielsen.
Hann váttar skrivið frá CivilRetsDirektoratet, sum sigur, at fólk skulu metast eftir, um tey eru fastbúgvandi ella bara hava fyribils bústað í Danmark.
Er talan um fólk, sum eru fyribils, og tað kann vera í fleiri ár, um talan er um fólk undir útbúgving, kunnu tey krevja at fáa barnið doypt í Danmark við føroyskum navni.
Mannagongdin er tá, at danir seta seg í samband við føroyskar navnamyndugleikar, um talan er um serføroyskt navn, at vita, um navnið er góðkent í Føroyum. Er tað so, er vanliga heldur eingin trupulleiki at fáa barnið doypt eitt nú Jógvan í Danmark. Og enntá er Jógvansnavnið skrásett í danska navnalistanum sum bæði Jegvan og Jøgvan. Men føroyingar plaga at vilja hava føroysku útgávuna við ó. Og hittir tú bara rætta fólkið, sum kennir mannagongdina til fulnar, er tað heldur eingin trupulleiki, hóast nógv dømi eru um tað øvugta, sigur Michael Lerche Nielsen.
Broyta lógina
Hann sigur, at í gjár varð farið undir at endurskoða donsku navnalóggávuna.
Lagt verður upp til at gera hana meira liðiliga, sigur hann. Roynt fer at verða at koma aftur til gamlan norrønan navnasið, sum júst er at geva synunum faðirnavnið til eftirnavn.
?Tað kann fyri so vítt eisini gera tað sama juridiskt í dag, hvussu fólk eita, tí alt verður telduskrásett og vit hava øll hvør sítt CPR nummar, so eingin trupulleiki skuldi verið at vilst í tí, at øll í somu familju ikki hava sama eftirnavn, heldur hann.
?Tíðin arbeiðir fyri gomlu navnasiðunum, og vit fara vónandi at fáa eina broyting, sum fer at gera navnalógina lættari at umsita, sigur Michael Lerche Nielsen á Institut for navneforskning í København.
Men framvegis stendur eftir, vísir hann á, føroyski Ólavur Jógvansson á Grótheyggi hevur verri sømdir í danskari navnalóggávu, enn somaliski Achmed Salim Ibn Abdullah hevur, tí Somalia er sjálvstøðugt land, meðan Føroyar hava aðra ríkisrættarliga støðu sum partur av danska kongaríkinum.