Danska MaJazzkórið til Føroyar

Rútmiska kórið MaJazz kemur á konsert ferð til Føroyar fyrst í juli. Konsertferðin er komin í lag í samstarvi við føroysku kórini United Voices, Vox og Ljómur.

Tónleikur


- Mong okkara hava bert sæð Føroyar á myndum, so tað er við stórum vónum og spenningi, kórið kemur til Havnar 30. juni, sigur kórið í tíðindaskrivi í morgun

- Vit gleða okkum at síggja føroysku náttúruna, ið er heilt ørvísi enn hon, haðani vit eru. Ikki minni gleða vit okkum at deila okkara tónleik við føroyskar áhoyrarar, siga tey víðari.

Teir umleið 50 MaJazz sangararnir koma úr Hillerød og Norðursælandi. Kórið, ið kundi halda 20 ára hátíðarhald í 2005, er frammarliga í norðursælendska tónleikalívinum. Á hvørjum ári taka tey lut í ymsum tónleikaframførslum á Sælandi og í Keypmannahavn. Í høvuðsstaðnum kanst tú hoyra tey á so ymsum støðum sum Vestre Fængsel og á Vøllinum í Tivoli.


Vitja føroysk kór

Á ferðini í Føroyum spælir kórið 3 konsertir, sunnudagin 1. juli í Norðurlandahúsinum, har verður verkið Phazes av Jørgen Emborg og annar rútmiskur tónleikur á skránni. Á konsertini framføra United Voices og Vox úr Tórshavn eisini. Mándag 2. juli bjóðar Ljómur til Vágs, har MaJazz heldur konsert í Vágs kirkju. Á skránni verða sálmar í rútmiskum sniði, partar av Sacred Concert hjá Duke Ellington, danskir sangir og annað. Seinasta konsertin er í hósdagin 5. juli í Christianskirkjuni í Klaksvík. Skráin er tann sama sum í Vági.

MaJazz var á ferð í Grønlandi, tá kórið júst var blivið 10 ára gamalt - ein framúr góð uppliving. Tey hava vitjað vinakór úr Svøríki og Sveis, sum eisini hava vitjað tey aftur í Danmark.

Madrigalar og Jazzur, haðani navnið MaJazz kemur, eru høvuðsstílirnir í úrvalinum hjá kórinum. Sangirnir eru fyri ein part frá 14. og 15. øld eftir tónaskøldum sum Monteverdi, John Dowland og Thomas Moore og fyri annan part nútíðar jazzur, rokkur og swing. Síðstnevndi stílur hevur tónleik frá Duke Ellington, Mills Brothers, Cole Porter, Manhattan Transfers og mongum øðrum.

Eingin regla uttan undantak - sangir úr danska og norðurlendska sangskattinum eru eisini umboðaðir, somuleiðis sálmar, ið aloftast fáa eitt rytmiskt ”lyft”.


Phazes, eitt nýtt kórverk

Jørgen Emborg, ið er kendur jazzpianistur og tónasmiður, skrivaði eitt verk fyri kór, solistar og rútmubólk til 20 ára hátíðarhaldið hjá MaJazz. Verkið er partur av úrvalinum, ið tikið verður við til Føroyar. Christian Berg er kórleiðari hjá MaJazz. Christian undirvísir í sangi og hevur drúgvar royndir sum sangari, pianistur og arrangørur í ymsum musicalum og vokalbólkum.