Danmark eigur at taka sínar hermenn úr Afghanistan, um ein afghanskur tíðindamaður verður tikin av døgum fyri guðsspottan Tann 23 ára gamli Parwiz Kambakhsh er dømdur til deyða fyri at hava skrivað skrivað nakrar greinar á internetinum um millum annað lutin hjá kvinnum í sambandi við islamsku trúnna.
Søren Espersen úr Danska Fólkaflokkinum sigur, at verður tíðindamaðurin avrættaður, er Afganistan aftur, har sum tað var undir Taliban.
-Og so er eingin orsøk, til at danskir hermenn verða verandi har, sigur tingmaðurin við danska kringvarpið.