Danska liðið sett til finaluna í kvøld

Danmark og Portugal bresta saman í fótbóltslandsdysti, sum av mongum verður róptur finalan í bólkinum, í kvøld. Danskir miðlar hava gjørt sera nógv burtur úr, og fleiri siga seg eisini hava funnið fram til uppstillingarnar hjá liðunum báðum.

 

Dysturin er av sera stórum týdningi, tí við einum sigri í Parkini í Keypmannahavn, hevur Danmark tryggjar sær beinleiðis luttøku í EM-endaspælinum næsta summar. Ein javnleikur er eisini nóg mikið, um úrslitini í hinum dystunum er Danmark til vildar. Hinvegin er ein javnleikur eisini nóg mikið hjá Portugal, og teir eru í so góðari støðu, at teir í so máta ikki skulu hugsa um úrslitini hjá hinum liðunum í bólkinum.

 

Undir øllum umstøðum gita danskir miðlar í morgun, at liðini verða soleiðis mannað í kvøld.

 

Danmark (4-2-3-1):

Málverji: Thomas Sørensen

Verja: Lars Jacobsen, Simon Kjær, Andreas Bjelland, Michael Silberbauer

Miðvøllur: William Kvist, Niki Zimling, Dennis Rommedal, Christian Eriksen, Michael Krohn-Dehli

Álop: Nicklas Bendtner

 

Portugal (4-3-3):

Málverji: Rui Patricio

Verja: Joao Pereira, Bruno Alves, Rolando, Eliseu

Miðvøllur: Joao Moutinho, Raul Meireles, Ruben Michael

Álop: Nani, Helder Postiga, Cristiano Ronaldo

 

Vert er at hefta seg við, at portugisiska verjan ikki er eins sterk og vanligt, tá hvørki Pepe ella Carvalho eru tøkir.

 

Dysturin millum Danmark og Portugal byrjar klokkan 19.15 í kvøld og verður eitt nú vístur á TV2, sum mangir føroyingar síggja.