Danska landsliðið til Århus

Danska fótbóltslandsliðið fer næsta summar at spæla vinardyst ímóti Írlandi sum fyrireiking til avgerandi EM-dystirnar um heystið. Danska fótbóltssambandið hevur gjørt av, at hesin dysturin verður ikki spældur í Parkini í Keypmannahavn.
- Vit spæla fimm landsdystir í Parkini næsta ár, og tí hildu vit tað var natúrligt at leggja dystin ímóti Írlandi onkra aðrastaðni, og valið stóð ímillum Århus, Odense og Herning, sigur Lars Berendt, aðalskrivari í DBU.Landsdystur millum Danmark og Írland verður spældur 22. august næsta ár.