Danska landsliðið á Tórsvølli mánadagin

Mánadagin vandi danska landsliðið á Tórsvølli, og áhugin var sera stórur at síggja donsku stjørnurnar venja

Tað er ikki hvønn dag, at ein hevur møguleikan at síggja Peter Schmeichel, Allan Nielsen, Thomas Helveg og aðrar fótbóltsstjørnur venja í Gundadali, men mánadagin var møguleikin til staðar hjá fólki, sum vóru stødd í Havn, tí tá vandi danska landsliðið nevniliga á Tórsvølli í Gundadali.

Áhugin var sum sagt sera stórur, at síggja donsku stjørnurnar venja á grasinum í Gundadali, tí fleiri fólk vóru komin saman at hyggja at teimum leikarum, vit vanliga bert síggja í sjónvarpinum. Umframt allar áskoðararnar á áskoðaraplássunum, vóru donsk fjølmiðlafólk í hópatali til staðar, av tí at hetta jú er fyrsti dystur hjá danska landsliðnum undir nýggju venjarunum Morten Olsen og Michael Laudrup.

Tann fyrsti ein bar eyga við, tá hann kom inn á Tórsvøll, var sjálvsagt stóra málverjan Peter Schmeichel, sum stóð og dirigeraði liði sínum, og hetta hava fótbóltsáhugað so ofta sæð hann gjørt bæði á danska landsliðnum, og tá hann leikti við ensku risunum Manchester United.


Morten Olsen er "boss"

Mong eygu vóru eisini vend móti venjarunum Morten Olsen og Michael Laudrup, sum báðir hava verið stórar fótbóltsstjørnur í síni tíð. Morten Olsen spældi sín seinasta landsdyst í 1989, meðan Michael Laudrup var við á landsliðnum fyri seinastu ferð í HM í Fraklandi í 1998. Morten Olsen er høvuðsvenjarin, og tað var ta myndina áskoðararnir fingu, tá teir hugdu at venjingini. Morten Olsen var "bossurin" undir venjing, tað sást skilliga, meðan Michael Laudrup virkaði sum tann meiri afturhaldandi av teimum báðum.

Størstu stjørnurnar á danska landsliðnum, sum í løtuni vitja í Føroyum, eru málverjin Peter Schmeichel, sum umframt at hava vart málið hjá Manchester United, eisini var valdur til heimsins besta málverja. Síðani er tað Thomas Helveg, sum dagliga spælir á høgra vongi hjá italska stórfelagnum AC Milan, Shalke 04 áleyparin Ebbe Sand, og Jon Dahl Tomasson, sum í løtuni er toppskjútti á danska landsliðnum og dagliga spælir við hollendska stórfelagnum Feyenoord. Aðrir spennandi leikarar vit m.a. kenna frá EM í summar, eru René Henriksen frá Panathinaikos, Thomas Gravesen, sum júst er farin til Everton og Jan Heintze, sum spælir við hollendsku meistarunum PSV Eindhoven. Allar hesar stjørnur vóru sostatt at síggja mánadagin, og spennandi verður at síggja, hvussu føroysku leikararnir fara at fóta sær í kvøld móti dønum.