-Vit vistu ikki, hvussu langt teir kundu vera komnir við fyrireikingunum til yvirgang, sigur fregnartænastan hjá løgregluni.
Klokkan tvey í nátt tók danska løgreglan níggju menn í Odense-býarpartinum Vollsmose, og fyrrapartin kunngjørdi fregnartænastan hjá løgregluni, at teir níggju vóru tiknir, tí illgruni var um, at teir fyrireikaðu yvirgang. Samstundis varð sagt, at menninir hoyra til tað muslimska umhvørvið.
-Teir níggju vórðu tiknir nú, tí tað er torført at meta um, hvussu langt teir kunnu vera komnir við fyrireikingunum, stóð í einum tíðindaskrivi frá PET (Politiets Efterretningstjeneste). Í tíðindaskrivinum stóð, at løgreglan hevur hildið eygað við monnunum í longri tíð, men at tað varð ikki hildið ráðiligt at bíða longur við at taka teir.
Eftirlitið hjá løgregluni hevur millum annað avdúkað, at at teir níggju menninir hava arbeitt við at útvega sær spreingievni, og løgreglan sigur, at hon fann ymiskt í sambandi við handtøkurnar, Hvat hon fann, verður ikki sagt.